Brandhurðar eru sniðgivnar til at verja bæði fólk og ognir við at tálma útbreiðsluni av eldi og royki í bygningum. Tær eru ein týdningarmikil partur av trygdarskipanini í bæði vinnuligum og almennum bygningum, har trygd og lógarásetingar seta krøv.
Við einari brandhurð fært tú:
• Sertifiseraða eldverju, ið tálmar eldi og royki í ávísan tíðarperiodu (t.d. EI30, EI60, EI120)
• Trygga evakuering, við at halda flóttaleiðir opnar longri
• Sterkt og haldført snið, gjørd úr stáli, gleri ella samansettum tilfari
• Møguleika fyri sjálvvirkandi loking, við sensorum og alarmskipanum
Brandhurðar kunnu fáast í ymsum sniðum, litum og støddum – bæði sum einflýggjaðar og tvíflýggjaðar hurðar, við ella uttan glaspanel. Tær kunnu eisini sameinast við dagligan brúk, uttan at ganga út yvir trygdina. Vit veita hurðar, ið lúka øll galdandi krøv og standardir – og hjálpa fegin við ráðgeving og uppmáting.